Vælkomin til Regluportalin

 

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum

 um

byggikrøv og útgerð o.a. til smærri vinnufør

(Fráboðan F)

Við heimild í § 2, stk. 2, §§ 7-11, §§ 14 og 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:

§ 1. Kunngerðin er galdandi fyri smærri vinnufør samsvarandi ásetingunum og kap. I, regel 1. Kunngerðin er somuleiðis galdandi fyri fyritøkur og persónar í Føroyum, sum umbyggja fiskifør, ið eru fevnd av hesum regluverki.

§ 2. Útgerð til vinnufør, ið er merkt við ES-góðkenningarmerkinum samsvarandi galdandi fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um útgerð á skipum, kann koma í staðin fyri útgerð, sum er nevnd í hesi kunngerð.

§ 3. Fyritøkur ella persónar í Føroyum, sum sambært ásetingunum í kap. I, regel 5 umbyggja føroysk skip fevnd av hesi kunngerð, skulu frammanundan boða  Sjóvinnustýrinum frá umbyggingini.

§ 4. Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár.

Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar verða revsaðir sambært reglunum í kapittul 5 í revsilógini.

§ 5. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

 

Sjóvinnustýrið, 5. apríl 2017

 Hans Johannes á Brúgv (sign.)

  

/ Gunnvá S. á Lofti (sign.)


FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv