Gildiskoma: 21.12.2001
Slag: Løgtingslóg

(seinast broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 29. mai 2017) 

 

   

Kapittul 1
Lógarøki og fyrisiting

   § 1. Lógin er galdandi fyri føroysk skip. 
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann við kunngerð seta lógina ella partar av henni, eins og kunngerðir og aðrar fyriskipanir við heimild í lógini í gildi fyri skip, ið ikki eru føroysk, á føroyskum sjó-, fiski- og landgrunsøki, jbr. tó stk. 3. 
   Stk. 3. Lógin er ikki galdandi fyri her- og herflutningsskip. Landsstýrismaðurin kann tó gera av, at vanligar sjóreglur og almennar ásetingar fyri sigling, ið eru ásettar sambært lógini, verða settar í gildi fyri hesi før. 
   Stk. 4. Landsstýrismaðurin kann gera av, at lógin og reglur við heimild í lógini heilt ella lutvíst skulu galda fyri flótandi alibrúk.

   § 2. Landsstýrismaðurin er hægsti fyrisitingarligi myndugleiki sambært hesi lóg, jbr. tó § 42, stk.1. 
   Stk. 21) 2) Landsstýrismaðurin kann leggja tær heimildir, hann hevur sambært lógini, til Sjóvinnustýrið at fyrisita. Reglur, sum Sjóvinnustýrið ásetir sambært hesum heimildum, skulu kunngerast í Kunngerðablaðnum sum kunngerð frá Sjóvinnustýrinum. 
   Stk. 31) Landsstýrismaðurin kann í serstøkum førum leggja sínar heimildir sambært lógini til aðrar almennar myndugleikar enn Sjóvinnustýrinum at fyrisita. 
   Stk. 41) Sjóvinnustýrið umsitur lógina og hevur umsjón við, at lógin eins og reglur, boð og forboð, givin sambært lógini, verða hildin, jbr. tó stk. 3. Sjóvinnustýrið hevur somuleiðis umsjón við, at viðurskifti, fevnd av ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC), sum eru ásett í ella sambært hesi lóg, ella í aðrari lóggávu, verða hildin, sbr. tó stk. 3. 
   Stk. 51) Landsstýrismaðurin kann eftir avtalu við avvarðandi landsstýrismann áseta reglur um, at Sjóvinnustýrið skal samstarva við aðrar almennar myndugleikar.

   § 3. Í teimum førum, har landsstýrismaðurin nýtir heimildir sínar sambært § 2, stk. 2, 3 og 5, skal hann áseta kærureglur.

   § 4. 1) Sjóvinnustýrið hevur heimild at krevja, at viðurskifti, ið eru í stríð við lógina, fyriskipanir ella avgerðir sambært lógini, skulu fáast í rættlag beinanvegin ella eftir nærri ásettari freist. 
   Stk. 2. 1) Sjóvinnustýrið hevur somuleiðis heimild at krevja, at viðurskifti, ið eru í ósamsvari við ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC), og sum eru ásett í ella sambært hesi lóg, ella í aðrari lóggávu, skulu fáast í rættlag beinanvegin ella eftir nærri ásettari freist.

   § 5. Á hvørjum ári gevur landsstýrismaðurin Løgtinginum frágreiðing um støðuna viðvíkjandi trygd á sjónum og ætlanir sínar á økinum. Saman við frágreiðingini letur hann Løgtinginum fullfíggjað yvirlit yvir tær reglur, ið settar eru í gildi síðan seinastu frágreiðing.

Kapittul 2
Skipasmíð, útgerð og rakstur v.m.

   § 6. Eitt og hvørt skip skal vera smíðað, útgjørt og rikið á tílíkan hátt, at mannalív á sjónum eru tryggjað á bestan hátt, og við atliti at tí brúki, skipið til hvørja tíð er ætlað. Størst møgulig fyrilit skulu havast fyri verju móti havdálking. 
   Stk. 2. Skipið skal vera útgjørt við siglingartólum, maskin-, samskiftis-, eldtryggingar- og sløkkingarútbúnað, bjargingarútgerð og heilivági, sum neyðugt er at tryggja tey, sum umborð eru, skipið og farmin sum best, eins væl og skipaferðsluna annars. 
   Stk. 3. Arbeiðsøki og tilhaldsrúm umborð skulu vera innrættað við fyriliti fyri trygd, heilsu og trivnað teirra, ið umborð eru. 
   Stk. 4. Skipið skal vera smíðað og hava útgerð til fyribyrging fyri havdálking.1)

   § 7. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skipasmíð, útgerð, støðufesti, farmamerki, fríborðsmerki og flottøl. 
   Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um trygdar-, bruna- og bjargingarskipanir umborð, um heilsuviðurskifti og reinføri, um fyribyrging fyri havdálking, um útbúgving teirra, ið hava ábyrgd av sjúkraviðgerðini, um kanningar av heilsuumhvørvi og um skyldurnar hjá reiðara og øðrum arbeiðsgevarum í hesum sambandi.

   § 8. 1) Til vernd teirra, ið arbeiða umborð, og sum ikki koma undir lóg um arbeiðsumhvørvi, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um arbeiðsumhvørvi umborð, undir hesum um hjálpitól og tilfar, ið nýtt verða í arbeiði umborð, um innrætting, merking, brúk og viðlíkahald av hesum tólum og tilfari, um trygdararbeiði og um skyldurnar hjá reiðara og øðrum arbeiðsgevarum í sambandi við arbeiðs-, livi-, trygdar- og heilsuumstøðurnar umborð.

   § 9. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, hvørjar lógir, kunngerðir, fyriskipanir, hvørji loyvisbrøv og hvørjar skipsbøkur, undir hesum dagbøkur, sjókort, v.m. og tilbúgvingarætlanir í sambandi við fyribyrging fyri dálking frá skipum, eins og hvørjar løggildar sýnsbøkur, reglur um nýtslu av teimum, og hvørji uppsløg skulu vera umborð.

   § 10. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um framleiðslu, marknaðarføring og sølu av stuttleikaførum, skipaútgerð, persónligum verndarútbúnað og øðrum lutum, ið brúktir verða umborð á skipum, undir hesum um skyldur teirra, ið marknaðarføra nevndu før ella lutir at taka neyðug ráð til verju móti vanda fyri trygd, heilsu ella umhvørvi, ið kann standast av tilætlaða brúkinum av farinum ella lutinum. 
   Stk. 2. 1) Lýkur far ella lutur ikki krøv, sett sambært stk. 1 til trygd, heilsu ella umhvørvi, kann Sjóvinnustýrið steðga søluni og krevja, at seld før og lutir verða tikin aftur, og geva neyðug boð og forboð í hesum sambandi.

   § 11. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um skyldur avskiparans í sambandi við vøruflutning á sjónum, um bjálving, merking, innskiping, flutning og um uppskiping av vandamiklari vøru ella øðrum farmi, undir hesum livandi dýrum, ið krevur serlig tiltøk at tryggja skip og mannalív ella fyribyrging fyri havdálking.

   § 12. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um ferðasníkar og viðferð teirra umborð.

   § 13. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um kanning av vanlukkum á sjónum, sum viðvíkja føroyskum skipum, og øðrum vanlukkum á sjónum við tilknýti til Føroyar, til tess at staðfesta vanlukkuorsøkina og til fyribyrgjan av vanlukkum, og kann, um tørvur er á tí, brúka útlendska serfrøði til tess.

   § 14. Tá ræður um at seta altjóða reglur ella tilmæli í gildi, kann landsstýrismaðurin útum tað, sum ásett er frammanfyri í §§ 6 til 12, áseta reglur um skipasmíð, útgerð, rakstur og fyribyrging fyri havdálking. Tílíkar reglur kunnu eisini setast í gildi fyri skip, ið ikki eru fevnd av altjóða reglum. 
   Stk. 2. 1) Fyri útlendsk skip, sum sambært § 1, stk. 2 eru fevnd av lógini, kann landsstýrismaðurin áseta reglur um viðurskifti, fevnd av ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC).

   § 15. Skip, hvørs kjølur er strektur, ella sum er á samsvarandi byggistigi, tá reglur, givnar sambært §§ 6 til 12 og § 14, koma í gildi, kann verða undantikið heilt ella partvíst. Neyðug fyrivarni skulu tó havast fyri verju fyri havdálking, trygd og heilsu eins og skipaslagi og brúk av skipinum. 
   Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta serligar reglur fyri skip, minni enn 20 BRT, skip við bruttotonsatali undir 20, skip 15 metrar ella styttri og varðveitingarverd skip.

Kapittul 3
Eftirlit við skipum v.m.

   § 16. 1) Skip verða sýnað av Sjóvinnustýrinum ella teimum, sum landsstýrismaðurin heimilar til tess.

   § 17. 1) Sjóvinnustýrið góðkennir brúk av skipum, undir hesum siglingarøki og ferðamannatal v.m., og veitir neyðug loyvisbrøv og onnur próvskjøl í hesum sambandi. 
   Stk. 2. 1) Sjóvinnustýrið veitir somuleiðis loyvisbrøv og onnur próvskjøl sambært ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC). Landsstýrismaðurin kann áseta nærri reglur hesum viðvíkjandi, undir hesum um gjald fyri útflýggjan av loyvisbrøvum og próvskjølum.

   § 18. 1) Sjóvinnustýrið ella tann, sum er heimilaður eftir § 16, ger hesi sýn:

  a) Fyrsta sýn í sambandi við, at nýbygt, munandi umbygt ella innflutt skip verður tikið í brúk,
  b) regluligt sýn við tíðarvissum millumbilum eftir nærri ásetingum, og
  c) eykasýn, sum umstøður krevja.

   Stk. 2. Landsstýrismaðurin ásetir nærri reglur um sýn av skipum og skyldur reiðarans og skiparans í hesum sambandi. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at ávís skip ikki skulu sýnast. 
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis áseta reglur um eftirlit við útgerð v.m., nevnd í §§ 6, 7, stk. 2, og §§ 8 - 10. 
   Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um viðgerð av klagum frá sjófólki ella fakfeløgum teirra um viðurskifti, fevnd av ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC), herundir eisini um, at tað ikki skal upplýsast fyri reiðaranum, skiparanum ella teirra umboðum, at ein eftirlitsvitjan umborð á einum skipi er orsakað av tílíkari klagu.

 

   § 19. 1)  Starvsfólk hjá Sjóvinnustýrinum og onnur, ið hava heimildir vegna Sjóvinnustýrið at útinna arbeiði sbrt. §§ 13 og 22, hava í arbeiði sínum, tá hetta er neyðugt, rætt til uttan rættarúrskurð at fara umborð á øll skip móti at vísa galdandi samleikaprógv. Á sama hátt hava starvsfólk og onnur, ið eru fevnd av stk. 1, tá hetta er neyðugt, rætt til at fara inn í hølir, har vinnuligt virksemi viðvíkjandi skiparakstri verður útint, og at fáa atgongd til viðkomandi øki ella vanlukkustað, undir hesum eisini vrak ella vraklutir.
   Stk. 31) Reiðari, skipari og maskinstjóri ella tey, ið virka teirra vegna, hava skyldu at veita starvsfólkinum hjá Sjóvinnustýrinum og øðrum heimilaðum neyðuga hjálp og geva allar upplýsingar.

   Stk. 4. Síggjast skal til, at skipið ikki verður tarnað óneyðugt og at arbeiðið umborð ikki verður órógvað meira enn neyðugt er.

 

§ 19 a. Teir í § 19 nevndu persónar hava í sambandi við kanningar av vanlukkum og øðrum hendingum á sjónum rætt til at gera mátingar, royndir, tøkniligar kanningar og endurskapa hendingar o.a. við tí endamáli at fáa greiðu á orsøkini til eina vanlukku ella hending á sjónum.

   Stk. 2. Um neyðugt fyri kanningararbeiðið, kann Sjóvinnustýrið geva skipi boð um, at skipið skal koma til lands, ella at tað ikki skal sigla víðari, fyrr enn arbeiðið í sambandi við kanning av        vanlukku ella hending á sjónum er framt.

   Stk. 3. Sjóvinnustýrið kann taka avgerð um, at vrak og vraklutir ikki verða burturbeindir, fluttir ella líknandi, fyrr enn neyðugu kanningarnar eru gjørdar.

   Stk. 4. Sjóvinnustýrið skal skipa soleiðis fyri, at afturhald av skipi ikki verður longur enn neyðugt, og at arbeiðið umborð ikki verður tarnað óneyðugt.

 

§ 19 b. Hesar upplýsingar, innheintaðar í sambandi við kanningar sbrt. § 13, skulu ikki nýtast til annað endamál enn kanningararbeiði:

1)    Allar vitnisfrágreiðingar og aðrar váttanir, frágreiðingar, ið eru móttiknar sum liður í kanningararbeiðinum, og upprit, ið eru gjørd í sambandi við, at nevndu frágreiðingar eru móttiknar o.a.,
2)    upplýsingar, sum avdúka samleikan hjá persónum, sum hava givið frágreiðingar í sambandi við kanningina, og
3)    upplýsingar viðvíkjandi persónum, sum hava verið partur av vanlukkuni ella hendingini til sjós, ið eru av serliga viðkvomum ella privatum slagi, undir hesum heilsuupplýsingar. 

Stk. 2. Persónar, sum á ein hvønn hátt eru við í arbeiðinum at kanna vanlukkur og aðrar hendingar á sjónum, hava, undir ábyrgd sbrt. revsilógarinnar §§ 152 og 152 a-152 e, skyldu til mótvegis óviðkomandi at halda loyniligt tað, sum teir fáa kunnleika til í sambandi við kanningina.

Stk. 3. Ásetingarnar um innlit í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina eru ikki galdandi fyri upplýsingar, ið eru givnar øðrum myndugleika innan karmarnar í stk. 2, tá hesar upplýsingar eru partur av einum máli um kanning av vanlukku ella hending á sjónum, ið enn er til viðgerðar.

Stk. 4. Ásetingin í stk. 3 er bara galdandi, inntil ein endalig frágreiðing fyriliggur, ella avgerð er tikin um, at ein slík frágreiðing ikki skal gerast.

Stk. 5. Upplýsingarnar, nevndar í stk. 1, kunnu latast víðari og nýtast til annað endamál enn kanningina, um týðandi samfelagslig atlit tala fyri hesum.

 

   § 20. 1) Stjórin fyri Sjóvinnustýrið, skipasýnsfólk og annað starvsfólk hjá eftirlitinum hava ikki loyvi at taka lut í nøkrum reiðaravirksemi ella virksemi, ið hevur við skipabygging, skipaumvæling ella sølu av skipaútgerð v.m. at gera ella vera limir í stjórn ella nevnd í feløgum, ið fáast við tílíkt virksemi. Eiheldur er loyvt teimum at átaka sær lønað starv fyri tílíkt virksemi. 
   Stk. 2. Í aðrar mátar er kapittul 2 í fyrisitingarlógini galdandi.

   § 21. 1) Løgregla, tollarar, arbeiðseftirlit og havnamyndugleikar skulu uttan óneyðugt drál boða Sjóvinnustýrinum frá, verða tey varug við umstøður, sum eru í stríð við lógina ella reglur, ásettar við heimild í lógini. 
   Stk. 21) Læknar skulu upplýsa Sjóvinnustýrinum, um staðfestast kann ella illgruni er um, at ein persónur hevur verið fyri heilsuskaðiligari ávirkan í arbeiði umborð. 
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir reglur um skyldu at boða frá arbeiðsvanlukkum, eitran, arbeiðssjúkum og øðrum viðurskiftum av týdningi fyri trygd og heilsu.

Kapittul 4
Klassafeløg v.m.

   § 22. 1) Landsstýrismaðurin kann við nærri ásettum treytum løggilda klassafeløg, aðrar fyritøkur ella einstaklingar til at sýna skip vegna Sjóvinnustýrið og við ábyrgd mótvegis Sjóvinnustýrinum. Løggilding kann eisini fevna um útrokningar, kanningar og uppmátingar av skipum og útskriving av loyvisbrøvum. 
   Stk. 21) Landsstýrismaðurin kann við nærri ásettum treytum løggilda fyritøkur ella einstaklingar til, við ábyrgd mótvegis Sjóvinnustýrinum, at gera arbeiði, ið krevja góðkenning, og at gera kanningar og royndir við skipum, útgerð og øðrum, ið krevja góðkenning. 
   Stk. 31) Sjóvinnustýrið hevur ikki skyldu til sjálvt at gera arbeiði, sum er fevnt av løggilding sambært stk. 1 ella 2 omanfyri. 
   Stk. 41) Er løggilding veitt sambært stk. 1 ella 2, kann Sjóvinnustýrið gera avtalu um avmarkingar av ábyrgdini hjá tí løggilda fyri skaðar, ið henda av einføldum ósketni í sambandi við arbeiði, sum løggildingin fevnir um.

   § 23. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at øll skip, ið eru 24 metrar og longri, skulu vera í góðkendum klassafelagi. 
   Stk. 2. Hetta er tó ikki galdandi fyri skip, styttri enn 45 metrar, sum vóru føroysk, tá lógin kom í gildi, og sum ikki vóru í góðkendum klassafelagi. Reglurnar í stk. 1 eru heldur ikki galdandi fyri skip, ið eru styttri enn 45 metrar, og sum seinni verða skrásett í føroyskari skipaskrá, í teimum førum tá bindandi keyps- ella byggisáttmáli var gjørdur av føroyskum reiðara, tá ið lógin kom í gildi.

Kapittul 5
Almennar skyldur

   § 24. Reiðarin skal síggja til, at brek við skipi ella útgerð av týdningi fyri trygd, arbeiðsumhvørvi ella dálking, sum hann er vorðin kunnugur við, verða umvæld uttan drál. 
   Stk. 2. Reiðarin skal syrgja fyri, at skipið verður sýnað sambært galdandi reglum og hevur gildug loyvisbrøv. 
   Stk. 3. Reiðarin skal tryggja skiparanum umstøður at lúka tær skyldur, ið hvíla á honum.

   § 25. Skiparin skal síggja til, at skipið er í góðum standi til trygdar- og heilsuumstøður, og at arbeiðið umborð verður forsvarliga lagt til rættis. 
   Stk. 2. Skiparin skal síggja til, at allar innrættingar fyriskrivaðar til fyribyrging fyri havdálking, eru í góðum standi og kunnu nýtast til endamálið.

   § 26. Tann, ið stendur fyri arbeiðinum umborð, skal síggja til, at manningin er neyðturviliga vard móti vanlukkum og heilsuskaða, og skal við leiðbeining og eftirliti tryggja, at arbeiðið verður gjørt á tryggan hátt við atliti til vanlukku- og heilsuvandan.

   § 27. Manningin skal gera sítt til, at tey ráð, ið tikin eru at tryggja móti vanlukkum ella skaða, virka eftir ætlan.

   § 28. Tað liggur á øllum, ið umborð eru, at virða tey trygdarráð, ið tikin verða til tess at tryggja, at skipið er sjódygt, og at mannalív á sjónum eru tryggjað á bestan hátt.

   § 29. Landsstýrismaðurin ásetir við atliti at trygd á sjónum nærri reglur um ábyrgdarøki hjá skipsyvirmonnum og øðrum, sum hava fyristøðustarv umborð.

Kapittul 6
Fyriskipanir viðvíkjandi sigling

   § 30. Skiparin skal hava umsorgan fyri, at siglt verður samsvarandi góðum sjómansskapi, og skal kunna seg um tey forboð og tær forskriftir, ið galda fyri sigling á teimum leiðum, siglt verður, og har lagt verður at landi. 
   Stk. 2. Einhvør skipari skal sýna neyðugt fyrilit fyri øðrum siglandi og skal veita neyðstøddum á sjónum hjálp, gerst hetta uttan at koma egnum skipi ella teimum, ið umborð eru, í álvarsligan vanda, ella loyva ikki aðrar umstøður undantaki.

   § 31. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur og geva almenn og ítøkilig boð ella forboð til tess at tryggja fría skipaferðslu, fyribyrgja óskili og vanda á sjónum, undir hesum um siglingarreglur, brúk av loðsi í innanoyggjasigling, trygging av sjókaðalum og undirsjóvarrørleiðingum, vaktarhald á skipum og bjarging og um skiparans og reiðarans skyldur í sambandi við altjóða skipanir viðvíkjandi siglingarleiðum, -fráboðanum og tænastum.

   § 32. Landsstýrismaðurin kann áleggja skiparum at eygleiða og senda upplýsingar um veður og ísviðurskifti sum liður í veður- og ístænastuni til trygd fyri siglingina.

Kapittul 7
Siglingar- og havnabann

   § 33. 1) Sjóvinnustýrið kann seta skipi siglingarbann, er tað fongt við brekum, ella eru aðrar umstøður, ið kunnu seta lív ella heilsu hjá teimum, ið eru umborð, í vanda. Sama er galdandi, um vandi kann vera fyri havdálking, eins væl og fyri skipaferðsluni annars, sleppur skipið at sigla. 
   Stk. 21) Sjóvinnustýrið kann somuleiðis seta skipi siglingarbann, hevur tað ikki øll kravd loyvisbrøv, ella leggja reiðarin, skiparin ella annar í teirra stað Sjóvinnustýrinum forðingar fyri útinnan av skyldum teirra. 
   Stk. 3. 1) Sjóvinnustýrið kann harumframt eisini seta skipi siglingarbann, um tað umborð verða staðfest álvarsom ella afturvendandi brot á viðurskifti, fevnd av ILO sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC), ásett í ella sambært hesi lóg, ella í aðrari lóggávu.

   § 34. Verður skip lagt, skal skiparin ella reiðarin uttan drál hava boð um avgerðina við grundgevingum og upplýsingum um treytir fyri leysgeving. 
   Stk.2. Leysgeving kann vera treytað av, at tann myndugleiki, ið hevur útskrivað loyvisbrøvini, váttar, at skipið kann varðveita loyvisbrøvini. 
   Stk. 31) Sjóvinnustýrið kann forða skipi, ið hevur fingið siglingarbann, at sigla.

   § 35. 1) Hevur skip fingið siglingarbann sambært § 33, kann Sjóvinnustýrið banna tí at koma í føroyska havn, um:

  a) skipið fer avstað ella heldur fram at sigla, hóast siglingarbann er sett,
  b) skipið ikki fer til avrátt umvælingarstað at umvæla tey brek, ið grundaðu siglingarbannið, ella
  c) siglingarbann er sett skipinum einans orsakað av tørvandi ISM-loyvisbrøvum og siglingarbannið verður avtikið uttan, at skipið hevur fingið neyðug ISM-loyvi.

 

   § 36. 1) Eftir áheitan frá øðrum landi kann Sjóvinnustýrið banna skipi at leggja inn í føroyska havn, hevur skipið ikki kravd ISM-loyvisbrøv, ella hevur tað brotið reglurnar um siglingarbann í viðkomandi landi. 
   Stk. 21) Hevur Sjóvinnustýrið bannað skipi at leggja inn í føroyska havn, kann loyvi kortini verða givið tí at koma í ávísa havn, um tað hevur vanda fyri mannalívi ella havdálking við sær, heldur skipið fram at sigla. Sama er galdandi, um avgerandi trygdartiltøk krevja tað. 
   Stk. 3. Bann at leggja inn í havn verður tikið av, tá tey viðurskifti, ið førdu til bannið, eru rættað, jbr. tó § 47, stk. 4.

   § 37. 1) Einans tey starvsfólk í Sjóvinnustýrinum, sum eru serskilt heimilað til tess, kunnu seta skipi siglingarbann. Tó kann Sjóvinnustýrið heimila havnameistara at seta fyribils siglingarbann.

   § 38. 1) Sjóvinnustýrið kann boða øðrum londum, feløgum fyri reiðarar og sjófólk, klassafeløgum v.m. frá, at skip hava fingið siglingar- ella havnabann, eins og Sjóvinnustýrið eisini kann almannakunngera upplýsingar um skip, ið hava fingið tílíkt bann, íroknað navn á klassa og grundgevingar fyri banninum, herundir eisini brot á ILO sáttmálan um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC).

   § 39. Landstýrismaðurin ásetir nærri reglur um siglingar- og havnabann.

   § 40. Reiðari kann kæra avgerðir um siglingar- og havnabann til Siglingarráðið.

Kapittul 8
Siglingarráðið

   § 41. Landsstýrismaðurin tilnevnir Siglingarráð, ið hevur tríggjar limir, og hvørs starv er at taka avgerð í málum, sum sambært lógini kunnu verða kærd til ráðið. 
   Stk. 2. Kærur um siglingar- og havnabann skulu verða viðgjørdar við størst møguligum skundi. 
   Stk. 3. Formaðurin skal lúka treytirnar fyri at kunna vera tilnevndur dómari. 
   Stk. 4. Hinir báðir limirnir skulu hava ávikavist siglingarútbúgving og maskinútbúgving. 
   Stk. 5. Fyri hvønn av limunum verður valdur varalimur. 
   Stk. 6. Valið er galdandi fyri sjey ár. Endurval kann fara fram. 
   Stk. 7. Reglurnar í rættargangslógini um ógegni dómara galda tilsvarandi fyri limir ráðsins.

   § 42. Avgerðir hjá siglingarráðnum kunnu ikki skjótast inn fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika. 
   Stk. 2. Avgerðir ráðsins verða ikki freistaðar, um tær verða lagdar fyri dómsvaldið.

   § 43. Ráðið ger reglugerð fyri virksemi sínum, sum skal verða góðkend av landsstýrismanninum. 
   Stk. 2. Limirnir fáa fundar- og ferðapening eftir vanligum reglum hjá landsstýrinum.

Kapittul 9
Samstarvsráðið

   § 44. Landsstýrismaðurin tilnevnir samstarvsráð, ið hevur tíggju limir, og hvørs starv er:

  a) 1) at ráðgeva landsstýrismanninum og Sjóvinnustýrinum í øllum málum, ið hava við trygd á sjónum, arbeiðsumhvørvi umborð og fyribyrging fyri havdálking at gera,
  b) at ráðleggja landsstýrismanninum um uppskot til lógir og reglur við heimild í lóggávuni, og
  c) at koma við tilmælum og uppskotum viðvíkjandi lóggávuni um trygd á sjónum og umsitingini av lóggávuni.

 

   § 45. Landsstýrismaðurin tilnevnir formannin og varamann hansara, meðan hinir limirnir og varamenn teirra verða tilnevndir av landsstýrismanninum eftir tilmæli frá: 
   Føroya Skipara- og Navigatørfelag  1 lim 
   Maskinmeistara- 
   og Motorpassarafelagnum  1 lim 
   Føroya Fiskimannafelag 1 lim 
   Meginfelag Útróðramanna 1 lim 
   Reiðarafelagnum fyri farmaskip 1 lim 
   Føroya Reiðarafelag 1 lim 
   Strandfaraskipum Landsins 1 lim 
   Føroyskum skipasmiðjum 1 lim 
   Klassafeløgum, 
   sum eru umboðað í Føroyum 1 lim.

   § 46. Ráðið ger reglugerð fyri virksemi sínum, sum skal verða góðkend av landsstýrismanninum. 
   Stk. 2. Landsstýrið rindar allar útreiðslur, ið standast av virksemi ráðsins. 
   Stk. 3. Landsstýrismaðurin ásetir samsýningina til formannin. Hinir limirnir fáa fundar- og ferðapening eftir vanligum reglum hjá landsstýrinum.

Kapittul 10
Gjøld

   § 47. 1) Sýn av skipum, ið Sjóvinnustýrið ger, eru ókeypis, jbr. tó stk. 2 og 4 og § 48. 
   Stk 2. Stk 1 er ikki galdandi fyri:

1)

1) Sýn og góðkenningar v.m., sum Sjóvinnustýrið ger, hóast tey koma undir eina løggilding, givin sambært § 22.

2)

1) Sýn, sum Sjóvinnustýrið ger, av tí at undantøk eru veitt frá reglum, ásettar sambært § 23 um limaskap í klassafelag.

3)

Sýn, sum eftir umbøn verða gjørd uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

 

4) Fyrsta sýn av skipum, sum verður gjørt í útlondum og onnur sýn, sum eftir umbøn verða gjørd í útlondum, ella

5)

Sýn, sum eru avtalað, men ikki kunnu byrja, verða gjørd liðug, ella sum verða avbrotin, innan fyri ásetta marktíð, orsakað av viðurskiftum, sum skipasmiðjan, reiðaríið ella teirra umboð hava ábyrgd av.


   Stk. 3. Klassafeløg, virki og einstaklingar, nevnd í §§ 22 og 23, kunnu krevja gjald fyri arbeiði teirra. 
   Stk. 41) Eru brek funnin í sambandi við kanning av einum skipi, sum gera, at skipið kann verða lagt, kann Sjóvinnustýrið krevja gjald fyri kanningina. Skipið verður ikki leysgivið fyrr enn kravið er goldið ella trygd sett fyri tí.

 

   § 48. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um marktíðir fyri lógarkravd sýn og um gjøld fyri tey í § 47, stk. 2 og 4 nevndu sýn v.m. Landsstýrismaðurin kann somuleiðis áseta reglur um gjøld fyri ikki lógarkravd sýn og sýn av útlendskum skipum, skipum undir bygging og gjøld fyri góðkennig av skipaútgerð ella av skipum, sum ikki eru undir skyldubundnum sýni.

Kapittul 11
Revsing

   § 49. 3) Við bót ella fongsli í upp til tvey ár verður tann revsaður, ið brýtur § 19, stk. 3 ella §§ 24 til 28 í lógini og tann, ið ikki ger eftir boðum ella forboðum, ið eru givin við heimild í lógini ella við heimild í reglum, givnum sambært lógini. Á sama hátt verður tann revsaður, ið grovliga ella ferð eftir ferð brýtur § 30. 
   Stk. 23) Í reglum, givnum við heimild í lógini, kann ásetast revsing sum bót ella fongsul í upp til tvey ár. 
   Stk. 3. Verður brot framt av løgfrøðiligum persóni, undir hesum partafelagi, smápartafelagi, lutafelagi, íognarfelagi, felagsskapi, grunni, búgvi, kommunu, øðrum føroyskum myndugleikum ella ríkismyndugleikum, kann løgfrøðiligi persónurin verða revsaður við bót. 
   Stk. 44) Málini verða viðgjørd sum politimál. Rættartiltøkini í rættargangslógini kapitli 72 (um at leggja hald á) og kapitli 73 (um rannsókn) eru tó galdandi í sama mun sum í málum, sum verða viðgjørd av statsadvokatinum. 
   Stk. 5. 1) Tá revsiábyrgd verður áløgd løgfrøðiligum persónum, verða persónar, sum annar enn reiðarin hevur sett umborð á skipið at arbeiða, eisini mettir at vera knýttir at reiðaranum.

   § 50. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, ið av grovum vansketni ella grovari vanrøkt í starvinum veldur, at skip fer á land ella gongur burtur ella veldur aðra sjóvanlukku. Sama er galdandi, um viðkomandi ferð eftir ferð er atvold til tílíka hending orsakað av mistaki ella vansketni.

   § 51. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann skipari revsaður, ið grovliga ella ferð eftir ferð siglir skipið ella vanrøkir tað á ein hátt, ið stríðir móti góðum sjómansskapi, ella letur vera við at kunna seg um tey forboð og tær fyriskipanir, ið galda fyri sigling á teimum leiðum, siglt verður og har lagt verður at landi.

   § 52. 3) Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum førir skip ella hevur starv umborð, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið so mikið av rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,20 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,10 mg pr. litur luft. Sama er galdandi fyri førara av vatnskutarum og tílíkum førum. 
   Stk. 2. 3) Ásetingarnar í stk. 1 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip 12 metrar og styttri. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum førir stuttleikaskip, ið er 12 metrar og styttri, ella hevur starv umborð á slíkum stuttleikaskipi, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið so mikið av rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,40 promillu, ella alkoholstyrkin í útandingarluftini undir ella aftan á siglingina fer upp um 0,20 mg pr. litur luft. 
   Stk. 3. 3) Ásetingarnar í stk. 1 og 2 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip 12 metrar og styttri, sum í mesta lagi kunnu sigla 15 sjómíl um tíman. Hesi stuttleikaskip koma tó framvegis undir revsiásetingarnar í § 52 a. 
   Stk. 4. 3) Ásetingarnar í stk. 1-3 eru ikki galdandi fyri stuttleikaskip, sum liggja bundin við bryggju ella á vardum akkersplássi. 
   Stk. 5. 3) Ásetingarnar í stk. 1-3 eru eisini galdandi fyri útlendsk stuttleikaskip í føroyskum sjóøki.

   § 52 a. 3) Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum førir skip ella hevur starv umborð, ið hevur stóran týdning fyri trygdina, og sum hevur drukkið so mikið av rúsløgi, ella tikið so mikið av rúsevnum, at hann ella hon ikki er førur fyri at røkja tænastu sína á fulltryggan hátt.

   § 52 b. 3) Løgreglan kann til eina og hvørja tíð krevja, at persónur, ið er fevndur av §§ 52 og 52 a, ger útandingar-, sveitta- ella spýttroynd ella letur eyguni kanna. Løgreglan kann krevja, at persónur ger útandingarroynd á øðrum staði, enn komið er fram á hann, um orsøk er til at halda, at hann hevur framt brot á §§ 52 ella 52 a. 
   Stk. 2. Løgreglan kann krevja blóð- og landroynd tikna av persóni, um orsøk er til at halda, at persónurin hevur framt brot á §§ 52 og 52 a, ella persónurin sýtur ella ikki er førur fyri at luttaka í eini útandingarroynd. Er illgruni um annað enn ávirkan av rúsdrekka, kann løgreglan krevja, at viðkomandi verður kannaður av lækna. Sama er galdandi við illgruna um ávirkan av rúsdrekka, tá ið serligar umstøður tala fyri tí.

   § 52 c. 3) Tá ið revsing verður áløgd fyri brot á § 52 og 52 a, skal verða tikið atlit til hesi viðurskifti:

1) um rúsdrekkasiglingin hevur ella kundi elvt til eina vanlukku við deyðsfalli ella álvarsamum persónskaða sum avleiðing,
2) um alkoholstyrkin, meðan siglt verður ella aftaná, hevur verið omanfyri 2,00 promillu í blóðinum ella omanfyri 1,00 mg pr. litur luft í útandingarluftini,
3) um viðkomandi verður funnin sekur í fleiri førum av rúsdrekkasigling,
4) um viðkomandi áður hevur fingið treytaða frádøming av rættindunum til at føra skip ella virka sum stýrimaður ella maskinmeistari orsakað av rúsdrekkasigling, og lógarbrotið, sum tað nú skal verða áløgd revsing fyri, er framt innan 3 ár eftir, at fyrra revsingin varð endaliga áløgd,
5) um viðkomandi áður hevur fingið treytaleysa frádøming av rættindunum til at føra skip ella virka sum stýrimaður ella maskinmeistari orsakað av rúsdrekkasigling, og lógarbrotið, sum tað nú skal verða áløgd revsing fyri, er framt innan 5 ár eftir, at frádømingartíðarskeiðið er runnið, ella
6) um tað annars eru framd álvarsom siglingarmistøk, ella aðrar herðandi umstøður eru til staðar.

   Stk. 2. Tá bót verður áløgd fyri brot á § 52 og § 52 a, skulu harumframt eisini takast serlig atlit til inntøkuviðurskiftini hjá viðkomandi um tað mundið, lógarbrotið varð framt, og alkoholstyrkina í blóðinum ella útandingarluftini undir ella aftaná siglingina. Sama er galdandi fyri bøtur, sum sambært § 55 í revsilógini verða álagdar í sambandi við treytaða frádøming fyri brot á § 52 og § 52 a. 
   Stk. 3. Undir serligum umstøðum kann víkjast frá ásetingunum í stk. 2. 
   Stk. 4. Tað verður mett sum herðandi umstøður, um ung undir 18 ár hava fingið skaða, ella hava verið í vanda fyri at fáa skaða.

 

   § 53. 3) Rættindini til at føra skip ella virka sum stýrimaður ella maskinmeistari kunnu við dómi verða frádømd tí persóni, ið er funnin sekur í rúsdrekkasigling. Hetta er tó ikki galdandi, um tað ikki krevst vinnubræv at føra skip ella bát í ítøkiliga førinum. Frádømingin er treytaleys, men kann undir linkandi umstøðum verða treytað. 
   Stk. 2. 3) Rættindini til at føra skip ella virka sum stýrimaður ella maskinmeistari kunnu undir skerpandi umstøðum eisini verða frádømd í sambandi við dóm fyri brot á §§ 50 og 51. Frádømingin kann verða treytað. 
   Stk. 3. 3) Treytaleys frádøming sambært stk. 1 og stk. 2 kann verða frá 6 mánaðum og upp til 5 ár ella sum varandi frádøming. 
   Stk. 4. 3) Verða rættindini til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari frádømd treytaleyst, sendir ákæruvaldið vinnubrævið hjá viðkomandi til Sjóvinnustýrið saman við avriti av dóminum. Eru rættindini til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari frádømd í eitt longri tíðarskeið enn 3 ár, kann spurningurin um at fáa rættindini aftur, áðrenn frádømingartíðarskeiðið er runnið, leggjast fyri dómsvaldið til støðutakan sambært ásetingunum í § 78, stk. 3 í revsilógini, tó í fyrsta lagi, tá ið 3 ár eru runnin, síðan frádømingin varð endaliga staðfest við dómi. Rættindini kunnu bert verða givin aftur undir heilt serligum umstøðum. 
   Stk. 53) Treytað frádøming er treytað av, at viðkomandi í eini 3 ára royndartíð, roknað frá endaligum dómi, ikki førir skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari undir tílíkum umstøðum, at rættindini til hetta skulu frádømast viðkomandi. Við treytaðari frádøming verður frádømingartíðarskeiðið útsett. Ger viðkomandi í royndartíðini seg sekan í nýggjum lógarbrotum, sum viðføra frádøming av rættindunum til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari, ásetur dómsvaldið eitt felags frádømingartíðarskeið við støði í bæði tí nýggja lógarbrotinum og áður dømda lógarbrotinum. 
   Stk. 6. 3) Metir løgreglan, at tað í sambandi við rúsdrekkasigling verður talan um treytaleysa frádøming av rættindunum til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari, kann løgreglan fyribils taka rættindini frá viðkomandi, tó soleiðis, at dómsvaldið kann seta hesa meting til síðis, innan endaligur dómur er fallin í málinum. Verður frídømt á 1. dómsstigi, og ákæruvaldið leggur dómin fyri hægri rætt, kann ákæruvaldið, um umstøðurnar serliga tala fyri, at fyribils frátøkan av rættindunum til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari stendur við, til dómur er fallin á hægri rættarstigi, leggja henda spurningin serskilt fyri hægra dómsvaldið, sum tekur avgerð við úrskurði. Tíðarskeiðið, sum rættindini til at føra skip ella starvast sum stýrimaður ella maskinmeistari hava verið frátikin, verður drigið frá frádømingartíðarskeiðnum. 
   Stk. 7. 3) Verða rættindini tikin frá skipara, stýrimanni ella maskinmeistara, verður samstundis ásett í dóminum, um skiparin kann starvast sum stýrimaður, og um stýrimaðurin ella maskinmeistarin kunnu starvast á lægri stigi enn frádømdu rættindini góvu loyvi til. Sjóvinnustýrið útflýggjar, um so er, viðkomandi sjóvinnubræv samsvarandi dóminum. Tílík lutvís frádøming er tó ikki møgulig, um viðkomandi er funnin sekur í rúsdrekkasigling.

   § 53 a. 3) Tann, ið førir skip, ella virkar sum stýrimaður ella maskinmeistari umborð á skipi, hóast rættindini til hetta treytaleyst eru frádømd viðkomandi, verður revsaður við bót, sbr. tó stk. 2. 
   Stk. 2. Revsingin sambært stk. 1 kann herðast til fongsul í upp til 2 ár, um viðkomandi:

1) Í fleiri førum hevur siglt í frádømingartíðarskeiðinum ella
2) áður er revsaður fyri sigling í frádømingartíðarskeiðinum.

   Stk. 3. Tá bót verður áløgd fyri brot á stk.1, skulu harumframt eisini takast serlig atlit til inntøkuviðurskiftini hjá viðkomandi um tað mundið, tá lógarbrotið varð framt. Sama er galdandi fyri bøtur, sum sambært § 55 í revsilógini verða ásettar í sambandi við treytaða frádøming fyri brot á stk. 2. 
   Stk. 4. Undir serligum umstøðum kann víkjast frá ásetingunum í stk. 3.

 

   § 54. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann skipari revsaður, ið, tá ræður um samanstoyt, ella tá skipið veldur skaða á annað skip ella fólk ella farm umborð á tí, letur vera við, um hetta gerst uttan serligan vanda fyri egnum skipi, manning ella ferðafólki, at veita hinum skipinum, tess manning og ferðafólki alla hjálp, ið neyðug er at bjarga teimum undan vandanum, og ikki upplýsir radiofrámerki, navn og heimahavn hjá egnum skipi, hvaðan tað kemur og hvagar leiðin gongur.

   § 55. Á sama hátt, sum ásett í § 49, verður tann revsaður, sum tilætlað ber seg undan starvi sínum við ikki at koma rættstundis umborð ella fara av skipinum, visti hann, ella átti hann at vita, at rýmingin fór at seta mannalív ella skip í váða.

Kapittul 12
Gildiskoma

   § 56. Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, men hevur virknað frá 1. januar 2002.

   § 57. Samstundis fara hesar lógir úr gildi:

1) Lov nr. 118 af 28. marts 1951 om forholdsregler til skibsfartens betryggelse, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 583 af 30. juni 1994.
2) Lov nr. 98 af 12. marts 1980 om skibes sikkerhed m.v., som ændret ved kongelig anordning nr. 583 af 30. juni 1994.
3) §§ 223, 371, 372 og 373 í sølov nr. 56 af 1. april 1892 med senere ændringer, jf. lovbekendtgørelse nr. 141 af 1. april 1985, som ændret ved § 2 i anordning nr. 305 af 7. maj 1997 om ikrafttræden på Færøerne af dele af søloven.

   Stk. 2. Í "anordning nr. 646 af 12. august 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om beskyttelse af havmiljøet" verða hesar broytingar gjørdar:
1) §§ 10, 15, 16, 20a, 37 og 46 verða settar úr gildi.
2) Í § 59, stk. 1, nr. 1, verða: "§ 10, stk.1 og 3" , "§ 16, stk. 1 og 3", "§ 20a, stk. 1 og 3" og "§ 37, stk. 1" settar úr gildi.
3) § 59, stk. 1, nr. 2 verður sett úr gildi.
  Nr. 3 - 7 verða nr. 2 - 6.
4) Í § 61 verða: "§ 10, stk. 2", "§ 16, stk. 2", "§ 20a, stk. 2" og "§ 46" settar úr gildi.

   Stk. 3. Í løgtingslóg nr. 4 frá 15. januar 1988 um sjómenn fara hesar greinir úr gildi: § 52, § 66 og § 69, stk. 2, 3. pkt. Í § 69, stk. 1, 1. pkt. fara hesi orð úr gildi: " ella skipsyvirmaður í broti á § 66, 1. og 2. stk.". 
   Stk. 4. Reglur, sum eru settar í gildi við heimild í teimum í stk. 1-3 nevndu lógum og reglum, verða verandi í gildi, inntil tær verða settar úr gildi ella verða avloystar av reglum, givnum við heimild í hesi lóg.

 

Tórshavn, 21.desember 2001

Anfinn Kallsberg (sign.)
løgmaður

 


Endanotur

1) Broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, har § 4 ljóðar soleiðis: "Landsstýrismaðurin ásetur í kunngerð, nær henda løgtingslóg kemur í gildi, undir hesum at ásetingar í hesi løgtingslóg fáa ymiska gildiskomu."

2) Broytt við løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, har § 2 ljóðar soleiðis: "Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. januar 2015."

3) Broytt við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, har § 2 ljóðar soleiðis: "Henda løgtingslóg kemur í gildi 20. mai 2013. Stk. 2. Løgtingslógin hevur bert virknað fyri revsimál, sum eru byrjað eftir, at løgtingslógin er komin í gildi."

4) Broytt við løgtingslóg nr. 30 frá 19. mai 2008, har § 2 er soljóðandi: "Stk. 1. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.Stk. 2. Løgtingslógin fær virknað fyri mál, har tað ikki er reist ákæra við Føroya rætt, áðrenn lógin kom í gildi."

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv