Vælkomin til Regluportalin

 

 

(Fráboðan A, 1. september 2013)

 

Við heimild í § 2, stk. 2, § 8, § 49 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum, sum seinast brott við løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013, og við heimild frá avvarðandi landsstýrismanni verður ásett:

 

§ 1. Hetta regluverkið er galdandi fyri alt vinnuligt arbeiði, ið verður útint umborð á nýggjum og verandi (eksisterende) føroyskum skipum.  

 

§ 2. Nærri reglur um arbeiðsumhvørvi eru ásettar í fylgiskjølum (kapitlum) til hesa fráboðan:  

 

Kap. I

Afsnit A

Afsnit B

Arbejdets udførelse

Almindelige bestemmelser, 1. juli 2002 (broytt 1. sept. 2013)

Unges arbejde i skibe, 1. juli 2002 (broytt 1. sept. 2013)

Kap. II

Afsnit A

Afsnit B

Afsnit C

 

Afsnit D

Kemiske arbejdsmiljøpåvirkninger

Stoffer og materialer, 15. december 2009

Kodenummererede produkter, 1. april 2003

Kræftfremkaldende stoffer og materialer, herunder asbest samt mutagener, 1. januar 2006 (broytt 1. sept. 2013)

Åndemiddelluft, 1. juli 2002 (broytt 1. sept. 2013)

Kap. III

Afsnit A

Afsnit B-1

Afsnit B-2

Afsnit C

Fysiske arbejdsmiljøpåvirkninger

Manuel håndtering af byrder, 1. juli 2002 (broytt 1. sept. 2013)

Støj, 1. januar 2006 (Avloysir Fráboðan 3/2012 um larm umborð á skipum)

Vibrationer, 1. juli 2005

Arbejde i eksplosionsfarlig atmosfære, 1. april 2003

Kap. IV

Avlagdur til møguliga seinni nýtslu

Kap. V

Avlagdur til møguliga seinni nýtslu

Kap. VI

Afsnit A

Tekniske hjælpemidler (maskiner, stilladser m.v.)

Anvendelse af arbejdsudstyr i skibe, 1. juli 2004

Kap. VII

Afsnit A

Personlige værnemidler

Brug af personlige værnemidler, 1. januar 2006 (broytt 1. sept. 2013)

Kap. VIII

Afsnit A

Sikkerhedsskiltning m.v.

Minimumsbestemmelser for signalgivning, sikkerhedsskiltning, afmærkning og tegngivning, 1. juli 2002

Kap. IX

Afsnit A

Afsnit B

Undersøgelser, sygdomsbehandling og skibsmedicin

Arbejdsmedicinske undersøgelser, 1. juli 2002

Sygdomsbehandling og medicin om bord i skibe(verður ikki sett í gildi – sí í staðin Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum um medisinkistu og sjúkuviðgerð umborð á skipi)

Kap. X

Afsnit A

Arbejdsulykker

Anmeldelse af arbejdsulykker m.v., 1. oktober 2006

Kap. XI

Afsnit A

Afsnit B

Sikkerhedsarbejde (broytt 1. sept. 2013)

Sikkerhedsarbejde i handelsskibe og større fiskeskibe, 1. januar 2006

Sikkerhedsarbejde i fiskeskibe(verður ikki sett í gildi í Føroyum)

Kap. XII

Afsnit A

 

Afsnit B

Arbejdsmiljøråd

Søfartens Arbejdsmiljøråd og Arbejdsmiljøtjeneste(verður ikki sett í gildi í Føroyum)

Fiskeriets Arbejdsmiljøråd og Arbejdsmiljøtjeneste(verður ikki sett í gildi í Føroyum)

                             

§ 3. Ásetingarnar íhesum regluverki skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til niðanfyri nevndu broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti:

1)      Allastaðni, har ”Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki er nevndur í hesum regluverki, skal  - tá ræður um føroyskt myndugleikaøki  - skiljast ”Sjóvinnustýrið” ella møguliga annar heimilaður føroyskur myndugleiki

2)      Allastaðni, har orðingar sum ”Danmark”/”dansk”, ”Grønland”/”grønlandsk” ella ”dansk skib”/”grønlandsk skib” verða nýttar í hesum regluverki, skal skiljast ”Føroyar/føroyskt” ella ”føroyskt skip” uttan so, at ásetingarnar viðvíkjandi viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki

3)      Tilvísingar til uppgávur og heimildir hjá ”Søfartens Arbejdsmiljøråd” og ”Fiskeriets Arbejdsmiljøråd” eru ikki galdandi fyri føroysk skip. Tó kunnu vegleiðingar v.m. frá nevndu ráðum nýtast vegleiðandi í sambandi við umsiting av hesi fráboðan

4)      Tilvísingar í hesi fráboðan til reglur, leiðbeiningar o.a. frá donskum myndugleikum (serliga Arbejdstilsynet, Miljøministeriet ella Søfartsstyrelsen), skulu skiljast sum tilvísingar til samsvarandi lóggávu v.m. frá avvarðandi  føroyskum myndugleikum, t.v.s. frá Arbeiðseftirlitinum, Umhvørvisstovuni og Sjóvinnustýrinum. Í tann mun føroyska lóggávan tilvitað víkir frá teirri donsku lóggávuni, skulu føroysku reglurnar nýtast í sambandi við hesa fráboðan. Um tað ikki finnast føroyskar reglur, leiðbeiningar v.m. á avvarðandi øki, verða viðkomandi danskar ella altjóða reglur nýttar vegleiðandi fyri føroysk skip 

5)      Tá Føroyar ikki er limur í EU, eru tilvísingar til krøv og reglur í EU direktivum og EU forordningum ikki galdandi fyri føroysk skip uttan so, at nevndu reglur eru implementeraðar í føroyska lóggávu, ella beinleiðis verða álagdar skipum, sum ikki sigla undir EU flaggi (triðjalandsskip) sum treyt fyri at sigla í EU sjógvi ella koma í EU havn. Viðkomandi EU reglur kunnu tó eftir tørvi nýtast vegleiðandi fyri føroysk skip

6)      Dagfestingar nevndar í fylgiskjølunum til hesa fráboðan, sum eru tengdar at gildiskomuni av avvarðandi donsku reglunum, skulu í føroyskum høpi skiljast sum galdandi frá gildiskomuni av hesi fráboðan

7)      Sjóvinnustýrið kann – antin generelt, ella í tí einstaka førinum - víkja frá teimum í hesum regluverki nevndu tíðarfreistunum fyri uppfyllan av krøvunum, um tað ikki stríðir ímóti skyldum Føroya sambært altjóða konventiónum og møguligum EU reglum sum seta krøv til triðjalandsskip, og annars bara, um tað verður mett neyðugt, rímiligt og ráðiligt við atliti til trygdina á sjónum

8)      Generelt skal alt regluverkið lesast og skiljast við atliti til føroysk skip, føroysk viðurskifti og føroyskt myndugleikaøki

9)      Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Sjóvinnustýrinum

 

§ 4. Skyldurnar sambært hesi fráboðan áliggja reiðarum, skipsførarum, arbeiðsformonnum, umframt øðrum persónum, sum arbeiða umborð.Um ein annar enn reiðarin er arbeiðsgevari, so áliggja skyldurnar, sum í hesi fráboðan eru álagdar reiðaranum, eisini arbeiðsgevaranum.

Stk. 2. Er samsvarsskjal sambært koduni um tryggan skiparakstur latið øðrum felagi ella persóni, so áliggja skyldurnar, sum í hesi fráboðan eru álagdar reiðaranum, eisini avvarðandi felagi ella persóni. 

Stk. 3. Er loyvisbræv sambært altjóða sáttmálanum um starvsviðurskifti hjá sjófólki (MLC) latið øðrum felagi ella persóni, so áliggja skyldurnar, sum í hesi fráboðan eru álagdar reiðaranum, eisini avvarðandi felagi ella persóni. 

 

§ 5. Reiðarin og skiparin skulu syrgja fyri, at manningin hevur kunnleika til ásetingarnar í hesum regluverki, sum hava týdning fyri arbeiðsumhvørvi hjá viðkomandi umborð á skipinum.

Stk. 2.Eitt eintak av hesum regluverki skal vera umborð á handilsskipum við eini manning uppá 4 ella fleiri, skiparin íroknaður, umframt fiskiskipum 45 metrar og longri. Elektronisk atgongd til regluverkið verður eisini góðtikin undir teirri fortreyt, at regluverkið kann lesast umborð.

 

§ 6. Brot á ásetingarnar í hesi fráboðan verða revsað við bót ella fongsul í upp til 2 ár.

Stk. 2.Feløg v.m. (løgfrøðiligir persónar) koma undir revsing sambært kapittul 5 í revsilógini, sí tó stk. 3.

Stk. 3. Ein løgfrøðiligur persónur, ið hevur gjørt alt sum er neyðugt til tess at tryggja eitt gott og trygt arbeiðsumhvørvi umborð, kann tó ikki verða revsaður, um ein arbeiðstakari brýtur reglurnar í hesi fráboðan um persónliga trygdarútgerð v.m., sum bert hava til endamáls at verja viðkomandi sjálvan.

 

§ 7. Henda fráboðanin frá Sjóvinnustýrinum kemur í gildi tann 1. september 2013.

Stk. 2. Samstundis verður sett úr gildi Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum nr. 3 frá 6. december 2012 um larm umborð á skipum.

 

Sjóvinnustýrið, tann 13. august2013 

 

         Hans Johannes á Brúgv, stjóri       /                                                                                  

                                                                                                                        Petur E. Nielsen, ráðgevi

 

 

Frágreiðing um regluverkið  

 

Hetta regluverkið snýr seg um arbeiðsumhvørvi umborð á skipum, og inniheldur eina Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum A við tilhoyrandi kapitlum.

Regluverkið byggir á Søfartsstyrelsens meddelelser A om arbejdsmiljø i skibe, men er í ávísan mun tillagað til føroysk skip og føroysk viðurskifti. Regluverkið er sum útgangsstøði galdandi fyri øll skip, tó soleiðis, at tað í einstøku kapitlunum kunnu vera ásettar avmarkingar í gildisøkinum.    

Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum A – ið kann sammetast við eina vanliga kunngerð – inniheldur m.a. heimildargrundarlag, gildisøki, revsiásetingar, gildiskomureglur og eitt yvirlit yvir galdandi teknisku reglurnar (kapitlarnir).

Í sjálvari fráboðanini verða eisini gjørdar ymiskar tillagingar til føroysk viðurskifti.

Kapitlarnir nevndir í § 2 innihalda nærri reglur um arbeiðsumhvørvi, og eru einsljóðandi við teknisku ásetingarnar í Bekendtgørelse nr. 1246 af 11. december 2009 om meddelelser fra Søfartsstyrelsen A, teknisk forskrift om arbejdsmiljø i skibe, sum broytt við Bekendtgørelse nr. 924 af 3. juli 2013 om ændring af bekendtgørelse om Meddelelser fra Søfartsstyrelsen A, teknisk forskrift om arbejdsmiljø i skibe, tó við teimum tillagingum nevndar omanfyri og sambært § 3 í hesi fráboðan.

Dagføringar, broytingar og tillagingar av hesum regluverki verða settar í gildi við eini nýggjari Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum A íroknað teknisku kapitlarnar, sum verður lýst á regluportalinum á heimasíðuni hjá Sjóvinnustýrinum www.fma.fo.

Aðrar reglur  

Umframt tað í hesi Fráboðan A lýsta regluverkið, so finnast eisini aðrastaðni reglur sum eru galdandi fyri avvarðandi skipabólkar. Talan er um reglur, sum longu frammanundan eru galdandi í Føroyum, ella sum í framtíðini kunnu vera settar í gildi í Føroyum á ein av niðanfyri nevnda hátt:

  • Framvegis galdandi danskar bekendtgørelser, lýstar í Kunngerðablaðnum B áðrenn Skipaeftirlitið (nú Sjóvinnustýrið) varð yvirtikið 1. januar 2002 (sí www.logir.fo)
  • Tekniskar forskriftir frá Søfartsstyrelsen, sum áður vórðu lýstar í serliga danska tekniska kunngerðasavninum Meddelelser fra Søfartstyrelsen, men sum framyvir bara  verða lýstar elektroniskt á www.retsinformation.dk og regluportalinum hjá Søfartsstyrelsen  www.sofartsstyrelsen.dk
  • Vegleiðingar av ymiskum slag, sum áður vóru lýstar í Meddelelser frá Søfartsstyrelsen, men sum framyvir bara verða lýstar elektroniskt á www.retsinformation.dk og regluportalinum hjá Søfartsstyrelsen  www.sofartsstyrelsen.dk
  • Føroyskar kunngerðir, lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum (sí www.logir.fo)
  • Fráboðanir frá Skipaeftirlitinum (nú Sjóvinnustýrinum), somuleiðis lýstar við heimild í løgtingslóg nr. 165 frá 21. december 2001 um trygd á sjónum og kunngjørdar á elektroniska regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á www.fma.fo

 

Regluportalurin

Henda Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum A við tilhoyrandi kapitlum, verður einans lýst elektroniskt á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum á heimasíðuni www.fma.fo. Miðað verður eftir at savna alla viðkomandi teknisku lóggávuna fyri avvarðandi skipabólkar á regluportalinum, so brúkarin skjótt og lætt kann fáa eitt samlað yvirlit yvir galdandi teknisku lóggávuna fyri avvarðandi skipabólk.

 

FMA
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 56 00
fma@fma.fo

 

FAS
Bókbindaragøta 8, Tórshavn
Tel +298 35 15 00
fas@fma.fo

Melda til tíðindabræv