• Vælkomin á nýggja regluportalin hjá Sjóvinnustýrinum

    Frá januar 2015 tekur Sjóvinnustýrið henda nýggja regluportalin í nýtslu, og samstundis verður gamli regluportalurin óvirkin. Innihaldsliga er nýggi regluportalurin í høvuðsheitum bygdur upp á sama hátt sum hin gamli, men nýggi regluportalurin er tekniskt meira framkomin, brúkaravinarligur og í størri mun lagaður til tørvin hjá Sjóvinnustýrinum og viðskiftafólki okkara at skipa og bólka...

  • Nýggj sjókort, broytingar í loðskunngerðini og nýggjar vitaføringar

    Nýggj sjókort nr. 82 og 83 Beint fyri jól 2014 vórðu sjókort nr. 82 og 83 broytt, soleiðis at nýggju sjókortini nú innihalda knattstøðurnar fyri loðs- og fráboðanarpunktunum sambært føroysku loðslóggávuni. Upplýsingarnar verða eisini lagdar inn í ECDIS skipanina.   Broyting í loðskunngerðini (nýtt fylgiskjal við tillagaðum knattstøðum fyri loðs- og fráboðanarpunkt o.a.) Sjóvinnustýrið arbeiðir við at...

  • Reglur frá Sjóvinnustýrinum verða framyvir lýstar á Kunngerðaportalinum

    Higartil hava teknisku reglurnar hjá Sjóvinnustýrinum einans verið lýstar á regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum undir heitinum "Fráboðan frá Sjóvinnustýrinum". Framyvir verða reglurnar lýstar umvegis almenna Kunngerðaportalin (www.kunngerdaportalur.fo) á sama hátt sum aðrar kunngerðir, og heitið á teknisku reglunum verður samsvarandi broytt til "Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum"....